Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Merkisdagur: Gjørt mat í 40 ár

Norðlýsið

Jákup Ziskason hevur gjørt mat, á handilsligum støði, í fýra ártíggju og bjóðar í hesum sambandi til móttøku í Skálanum í dag.

Nú 40 ár eru liðin, síðan Jákup Ziskason byrjaði at gera mat og í tí sambandinum eitt langt skifti handlaði á Fornagørðum, bjóðar hann øllum at vera vælkomin til móttøku í Skálanum í dag 19. januar frá kl. 16:00 – 18:00.



Jákup er vælkendur millum klaksvíkingar og føroyingar. Hann hevur gjørt mat til óteljandi samkomur og privat høvi.



Eitt skifti hevði hann handil úti í bygninginum har sum skrivstovurnar hjá Føroyar Bjór er í dag.



Norðlýsið ynskir Jákupi til lukku og allan góðan byr framyvir.