Arbeiðið í sambandi við Eysturoyartunnilin merkist nú av álvara á Strondum. Ein nýggjur fyribils-vegur verður gjørdur millum høvuðsvegin niðri við sjóvarmálan og tann gamla bygdavegin, og eisini verða nógvir kaðalar fluttir, og í tí sambandi verður eisini grivið í vegirnar.
Í morgun var høvuðsvegurin stongdur í tveir tímar, tí gamla tøknihúsið hjá Føroya Tele skuldi flytast, og samtíðis boðar FT Net frá, at vegna kaðalumleggingar verður alt telesamskifti á Strondum, Innan Glyvur, í Kolbeinargjógv og á Morkranesi burtur í dag og í morgin.




