Sky Sports viðmerkjarin hevur tippað, hvørji lið enda í topp 4 í Premier League.
Fyrrverandi Arsenal leikarin Paul Merson er dagliga viðmerkjari hjá Sky Sports. Nú landsliðssteðgur er, so er hann komin við sínum boði uppá, hvørji lið enda í topp 4 hetta kappingarárið. Og hann hevur hvørki Liverpool ella Manchester United við á sínum lista.
Hann heldur at tað er sera trupult at taka dagar ímillum hvør vinnur meistaraheitið av Manchester City ella Arsenal. Men skal hann velja, so verður tað Manchester City. Til 3. plássið hevur hann Tottenham, sum við teirra unga hópi var sannførandi móti Arsenal seinast. Og til seinasta Champions League plássið er valið fallið á Chelsea, sum í løtuni er í stórari kreppu. Merson heldur, at avrikið seinast móti Stoke var gott, hóast úrslitið ikki var gott. Hann heldur, at Chelsea kann fáa eina longri røð av sigrum, meðan Manchester United fer at spæla nógvar javnleikir, tí liðið hevur so trupult við at skapa mál møguleikar.




