Arbeitt verður í hesum døgum við at fáa gjørt ein nýggjan brunn í dokkina á Skála eins og at nýtt tak verður lagt á smiðjubygningin.
Arbeitt verður í hesum døgum við at fáa gjørt ein nýggjan brunn í dokkina á Skála eins og at nýtt tak verður lagt á smiðjubygningin.
Ein nýggjur brunnur á 20 fermetrar og 4 metra dýbd verður í hesum døgum gjørdur á skipasmiðjuni á Skála. Íløgan verður framd fyri millum annað at gera turrdokkina meiri áhugaverda fyri supply skip innan frálandavinnuna. Flestu av stuðulsskipunum innan frálandavinnuna hava eina Azimut síðuskrúvu fyri framman, sum kann stinga nakað niður. Tessvegna er neyðugt at hava ein brunn har tað er møguligt at koma fram at í samband við umvælingar arbeiði.
“Í okkara samrøðum við mong reiðarí innan frálandavinnuna hava fleiri av teimum nevnt tørvin á einum brunni. Tessvegna gera vit nú íløgur á Skála fyri at vit eisini kunna taka serútgjørd skip upp á dokkina”, sigur Mouritz Mohr, stjóri.
Samstundis verður nýtt tak lagt á smiðjubygningin á Skála. Tað er P/F Búsetur, sum stendur fyri allari byggingi. Arbeiði er væntandi liðugt um miðjan oktober í ár.




