Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST ger tvær tvíkiljur fyri Bakkafrost

Helgi Abrahamsen

Týsdagin trýsti Oddvald Olsen, deildarleiðari fyri alingini hjá Bakkafrosti, á startknøttin til stálskeraran í byggihøllini hjá MEST í Havn. Harvið var arbeiðið byrjað at byggja tvær 15×8 metrar stórar tvíkiljur til Bakkafrost. Tað skrivar heimasíðan hjá Bakkafrosti.

Sáttmálin um at byggja tvíkiljurnar varð undirskrivaður í mai mánaði, og gongst sum ætlað verður fyrra tvíkiljan latin eigarunum í januar 2017 og tann seinna ein mánað seinni.

Tvíkiljurnar skulu hava 450 hesta motor av slagnum Scania, og kranin verður av slagnum Melcal við ein lyftimegi upp á 65 tons/meturin.

MEST hevur frá byrjan lagt stóran dent á at alt arbeiðið skal verða gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin, og so verður eisini við hesum tvíkiljunum.

Onnur tvíkiljan skal brúkast í norðurøkinum hjá Bakkafrosti, hin í vesturøkinum.