Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MEST gjørdi innrás í Hattarvík !

John William Joensen

MYNDARØÐ: Leygardagin 13. juni var verulig innrás í Hattarvík, tá ið ein av landsins stórstu fyritøkum, MEST, var starvsfólkaútferð í Hattarvík. Størsta avbjóðingin var at fyriskipa flutningin, tí “Ritan” tekur í mesta lagi 125 fólk og starvsfólkini vóru gott 200 í tali. Við einum eykatúri megnaði skip og manning at flyta fjøldina trygd og gott tvørturum Fugloyarfjørð. Tað var eisini sera kyrt í Hattarvík hendan dagin, so tað var eingin trupuleiki hjá teimum ferðandi at koma í land og fara umborð aftur. Veðrið yvirhøvir var gott, sól, onkur ælingur, men starvsfólkini á MEST høvdu gjørt seg út til tað føroyska veðurlagi, so tað var eingin trupuleiki.

Leygardagin 13. juni  var verulig innrás í Hattarvík, tá ið ein av landsins stórstu fyritøkum, MEST, var starvsfólkaútferð í Hattarvík. Størsta avbjóðingin var at fyriskipa flutningin, tí “Ritan” tekur í mesta lagi 125 fólk og starvsfólkini vóru gott 200 í tali. Við einum eykatúri megnaði skip og manning at flyta fjøldina trygd og gott tvørturum Fugloyarfjørð. Tað var eisini sera kyrt í Hattarvík hendan dagin, so tað var eingin trupuleiki hjá teimum ferðandi at koma í land og fara umborð aftur. Veðrið yvirhøvir var gott, sól, onkur ælingur, men starvsfólkini á MEST høvdu gjørt seg út til tað føroyska veðurlagi, so tað var eingin trupuleiki.

Tað táttaði í tilsamans 200 fólkum, og eitt vælmannað toymi á Uppistovugarðinum syrgdi fyri, at øll fingu góðan morgunmat og leskiligan matpakka við føroyskum viðskera til  gongutúrarnar niðan Eyðsfelli og inn í Skarðsvík við staðkendum ferðaleiðarum. Hóast veðrið er eitt sindur kalt í summar, so er einki betur enn at ganga í føroysku náttúruni og gjørdu starsvsfólkini hjá MEST sær góða stundir at nýta túrin og útsýnið ovast á Eystfellinum á føroya eystastu oyggj.

Tá komið varð oman bygdina tóku countrykongurin Hallur Joensen og Beddi so hjartaliga mótu gestunum og settu veruligani dám á túrin við at syngja og spæla meðan starvsfólkini á MEST kundu nýta góða fiskasúpan og annars strekkja beinini.  Lagið var ógvuliga gott og dúgliga varð sungið.

Eisini varð vitja í kirkjuni í Hattarvík, har greitt varð frá um forkunnigu altartalvuna, um lívið í Hattarvík, og fleiri sálmar rungaðu í kirkjuni. Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógv fólk eru í kirkju í Hattarvík.

Tann altíð sera fryntligi skipasmiðjustjóri Mourits Mohr, legði dent á í røðu síni, at tá ið hann hugsaði lokalt, hugsaði hann Føroyar og tíðskil dámdi tey hjá MEST at leggja okkurt eftir seg allastaðni í Føroyum, eisini í Norðoyggjum J