Av Fiskamarknaðinum frætta vit, at flestu útróðrarbátarnir hava lagt stilt og halda
summarfrí.
Mikudagin seldi Fiskamarknaðurin 1½ tons av útróðrarfiski og týsdagin var ongin søla á Fiskamarknaðinum á Kósini.
Jógvan Simonsen, av Fiskavirking sigur, at tað eru mest sum bert teir heilt smáu bátarnir sum framvegis fara til útiróðrar, ímeðan størru útiróðrarbátarnir fyri størsta partin hava lagt stilt.
Prísirnir á fiski hava verið sera lágir í seinastuni og tí hava nógvir útróðrarbátar nú rigga av. Ein onnur orsøk er helst eisini, at nógvir av bátunum hava ikki so nógvar fiskidagar eftir, ímeðan aðrir kanska fáar og ongar dagar hava eftir.
Støðan hjá línubátunum er nærum tann sama. Polarstjørnan avreiddi 47.000 pund fríggjadagin í síðstu ímeðan Pison avreiddi uml. 80.000 pund mánadagin.




