Búskaparvøksturin var 6,2 prosent í 2015, og hann verður 5,3 prosent í ár og 2,9 prosent í 2017 (í ársins prísum). Tað sigur nýggja metingin hjá Búskaparráðnum.
Búskaparráðið hevur í morgun tíðindafund, har Várfrágreiðingin verður løgd fram.
Búskaparráðið vísir í frágreiðingini á, at land og kommunur hava sera víðfevndar íløguætlanir fyri 2016 og 2017, og at tørvur er á at endurskoða og samskipa hesar.
Met avlop
Handilsjavnin hevur tað gott í løtuni. Yvirskotið er størri enn nakrantíð, fyrst og fremst orsaka av lágu oljuprísunum, og høgu laksaprísunum. Eisini stóru nøgdirnar av uppisjóvarfiski ávirka úrslitið, sigur Búskaparráðið.
Fólkasamansetingin er ein stór avbjóðing
Eins og í undanfarnum frágreiðingum ávarar Búskaparráðið um, at broytingin í fólkasamansetingini (tann sokallaða demografiska broytingin) hendir spakuliga ár fyri ár. Tað blíva alsamt fleir gomul og færri ung í føroyska samfelagnum.
”Tey tiltøk, sum landsstýrið hevur gjørt higartil, kunnu vera skilvís, men tey hava ikki havt stórvegis ávirkan á fíggjarliga haldførið,” sigur búskaparráðið. Ráðið vísir á, at flytingin av pensjónsútgjøldunum innan almenna geiran hava onga ávirkan á haldførið hjá almenna geiranum.
”Skuldi haldførið til dømis verið betrað, skuldi forskattingin av pensjónum ístaðin verið nýtt til niðurgjalding av skuld, uppsparing í grunn til seinni nýtslu, ella verið broytt til skatting við útgjald,” sigur Búskaparráðið.




