Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Met svartkjaftalast

Norðlýsið

3.100 tons av svartkjafti er størsta last nakað skip hevur landað í Norra

Fríggjamorgunin kom føroyski nótabáturin Fagraberg inn í Norra við eini met last av svartkjafti. Lastin verður mett at liggja um 3.100 tons.



Haugesunds-avis.no skrivar, at Fagraberg eisini hevði metið frammanundan. Tá æt skipið tó ikki Fagraberg men Krúnborg. Tann lastin vigaði 2.900 tons.



Sagt verður, at svartkjafturin er fiskaður eystanfyri Írland, har Føroysk skipa hava stóra kvotur í ES sjógvi.



Lastin var seld umvegis uppboðssølu týsdagin til ein kiloprís uppá 1,60 n.kr. Hetta verður mett at vera ein prísur, ið er á góðari leið.



12 mans eru við Fagraberg.







Les meira: www.haugesunds-avis.no