Alt hevur sligið met í ár sigur Katrin Gregersen, verkætlanarleiðari á Jobmatch
Norðlýsið vitjaði á stóra starvsfólkamessuni Jobmatch, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag. Byrjað varð kl. 12 og hildið varð á til kl. 18. Vit fingu orðið á Katrin Gregersen, verkætlanarleiðara sum var sera væl nøgd við dagin.
– Her hevur alt sligið met í ár. Talið av luttakarum, vitjandi og jobprátum hava ongantíð verið so mong, sum í ár, upplýsir Katrin.
Og góða gongdin í ár sær út til at halda fram næsta ár.
– Tað er sera gleðiligt, at so nógvar av fyritøkunum og stovnunum hava meldað ankomst eisini næsta ár, sigur Katrin Gregersen at enda við Norðlýsið





