Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Metingar um 8. umfar í Betri Deildini

Jákup Ósá

Kappingin tekur skap, har KÍ og Víkingur eru farin undan hinum í toppinum. Trýstið økist í HB, B36 og NSÍ, sum enn ikki klára at liva upp til úrslitini, ið tey flestu væntaðu undan kappingini.

Leygardagin og sunnudagin verður 8. umfar í Betri Deildini leikt. Í summum dystum eru stórfavorittar, men tað eru eisini dystir, har truplari er at meta um.

 

HB-07 Vestur

HB hevur verið eitt av stóru vónbrotunum í kappingini higartil. Liðið hevur í sjey dystum bara vunnið fýra og hevur enn ikki møtt KÍ. Avrikini síðstu dystirnar hava verið lítið sannførandi, og vit síggja eisini, at tað hevur fingið avleiðingar fyri leikarar. Í Sarpugerði seinast vóru Dan í Soylu og Pætur Petersen ikki í dystarhópinum, hóast teir vóru frískir til at spæla. 07 Vestur hevur staðið seg væl og er í løtuni nakað frá botnstríðnum. Avrikini á heimavølli er munandi betri, men hetta er kanska størsti møguleikin í longri tíð hjá 07 Vestur at gera nakað við HB á útivølli. Til tað krevst, at ein leikari sum Jasper Van Der Heyden rakar ein góðan dag. Tipping: 1 (3-1)

 

EB/Streymur-B68

Ein týdningarmikil dystur fyri bæði liðini, har EB/Streymur undan dystinum er fimm stig frammanfyri. Í fjør hevði B68 gott tak á EB/Streymi, men gongdin higartil í ár ger EB/Streym til favoritt. Vinnur EB/Streymur, so verður trupult hjá B68 at enda frammanfyri EB/Streym í ár. B68 hevur gott fólk í álopspartinum, men tað hevur enn ikki givið úrslit á vøllinum, og er B68 tað liðið, ið hevur skorað fæst mál í deildini. At málverjin Rói M. Hentze eisini er skaddur ger verjupartin nógv veikari, sum vit eisini sóu, áðrenn Rói kom í hópin í fjør. Tipping: 1 (1-0)

 

AB-B36

Í grannauppgerðini er B36 greiður favorittur, hóast við síðsta umfar sóu, at B36 ikki hevur tað so gott við at verða greiður favorittur, tá teir hvítu bara fingu javnleik á Skála. AB hevur bara vunnið móti Skála higartil í landskappingini. B36 hevur sum oftast vunnið móti AB síðstu árini, men viðhvørt hevur tað ikki verið fyrr enn í síðstu løtu. Tipping: 2 (1-3)

 

NSÍ-Skála

NSÍ fekk eitt sindur av luft við sigri móti AB, men við tapi móti 07 Vestur, so vaks trýstið beinanvegin aftur á NSÍ, sum síðstu árini ikki er vant við hesa støðuna at kappast í botnstríðnum. Hesin dysturin verður avgerandi fyri, um NSÍ skal kappast við Skála, tí ein sigur til NSÍ ger, at teir gulu fara seks stig framum botnliðið, meðan ein sigur til Skála ger, at NSÍ steðgar á í botnstríðnum. NSÍ hevur ongan dyst vunnið á heimavølli, meðan Skála ongan dyst hevur vunnið yvirhøvur sum einasta liðið í deildini. Á pappírinum er NSÍ favorittur, men Skála hevur dygdirnar til at geva mótstøðu og kanska fáa stig. Tipping: 1 (2-1)

 

KÍ-Víkingur

Toppdysturin í Klaksvík verður avgerandi fyri, um vit fáa spenning um meistaraheitið. Tí vinnur KÍ hendan dystin, so skal nógv henda bara fyri at fáa spenning í kappingina, serliga tá hugsað verður um, at KÍ vanliga hevur nógv lættari við at vinna móti ”botn 5” enn Víkingur. Sum KÍ hevur avrikað síðstu vikurnar, so er torført at síggja, at nakar steðgar teimum bláu fyribils. Men KÍ hevur møguliga eitt langa Evropakapping í summar, og tað kann gera, at KÍ kanska ikki verður eins sannførandi seinni í kappingini. Tí ræður um hjá Víkingi og HB, at halda munin niðri á nøkrum sum ger tað møguligt at innheinta. KÍ hevur sera gott taka á Víkingi innanhýsis, so tað mesta peikar á heimaliðið. Men Víkingur hevur einstaklingarnar sum kunnu revsa KÍ, um KÍ fer at gera mistøk við bóltinum. Tipping: 1 (2-0)