Tá tilmeldingarfreistin var úti á mikukvøldið, vóru tað heili 164 rennarar, sum høvdu meldað til. Tað er umleið 10 fleiri enn seinasta ár. Hálvmarathon teinurin er 21,0975 km og runnið verður tríggjar ferðir frá Eik, út á Bumshamar og aftur, og norður til Nema og aftur til Eik. Hvørt umfar er sjey kilometrar.
FM
Kappast verður um FM heitið í opnum bólki fyri kvinnur og menn fødd í 1996 ella fyrr, veteranbólki fyri kvinnur og menn fødd í 1958-1967 og menn superveteranar føddir í 1957 ella fyrr. Fyri at telja við í FM er treyt, at rennarin er limur í felagið fyri frælsan ítrótt.
Í opna kvinnubólkinum er 46 kvinnur sum kappast og harav kappast 20 eisini í veteranbólkinum. Hjá monnunum eru 74 í opna bólkinum, 36 í veteranbólkinum og 6 í superveteranbólkinum.
Marnar Djurhuus vann FM-heitið í fjør í harðari
kapping við Hallur Holm. Fremstur á myndini er Henry Olsen
Hjá monnunum er, føroyameistarin frá 2011 og 2012, tann ungi Marnar Djurhuus favorittur, men hann fer væntandi at fáa kapping frá serliga Sam Vang, Hallur Holm, Andrias Hansen og Eiriki Hansen.
Rigmor N. Arge vann FM-heitið í fjør
Greiði vinnarin hjá kvinnunum seinasta ár, Rigmor N. Arge, er við aftur og er hon ein av favorittunum til at endurvinna FM-heitið. Nummar tvey og trý, Duruta á Lofti Reginsdóttir og Ann Thomsen, eru eisini við aftur og fara væntandi at blanda seg í oddastríðið. Aðrar í kunnu blanda seg í oddastríðið eru Beinta Hoydal Joensen, Linda Oliversdóttir Andreasen Tórvør Østerø Vang og Rebekka Fuglø.
Eik hálvmarathon
Samstundis sum limir í feløgunum kappast um FM-heitið, so ber eisini til hjá øðrum at royna seg, tí talan er eisini um opna kapping, har øll kunnu luttaka. Her er talan um 9 bólkar fyri kvinnur og menn, og øll telja við í hesi kapping. Bólkarnir síggjast niðanfyri og har sást eisini hvussu mong luttaka í hvørjum bólki.
17-30 ár (f.1984-1996) 13 menn og 6 kvinnur
30-34 ár (f.1979-1983) 9 menn og 4 kvinnur
35-39 ár (f.1974-1978) 11 menn og 7 kvinnur
40-44 ár (f.1969-1973) 16 menn og 18 kvinnur
45-49 ár (f.1964-1968) 29 menn og 16 kvinnur
50-54 ár (f.1959-1963) 17 menn og 7 kvinnur
55-59 ár (f.1954-1958) 4 menn og 0 kvinnur
60-64 ár (f.1949-1953) 3 menn og 3 kvinnur
65-69 ár (f.1944-1948) 1 maður
Heiðursmerkjahandan í Badmintonhøllini
Í ár er heiðursmerkjahandanin flutt í Badmintonhøllina. Í høllini fara fleiri ítróttarfeløg í Klaksvík at hava lítlan “bás” har tey kunna um teirra virksemi o.a. Tiltakið í Badmintonhøllini byrjar kl. 16.00, men sjálv heiðursmerkjahandanin verður frá kl. 17.00. Tá skulu øll heiðursmerkini frá degnum handast, og tí verður heitt á øll tey í skulu hava handað heiðursmerki, um at vera til staðar har í góðari tíð.
Ferðslufrí ruta
Á eftirmetingarfundinum seinasta ár, var greið útmeldan frá rennarunum, at teirra størsta ynski var, at rutan varð ferðslufrí. Eftir at hava verið á fundi saman við umboð fyri Ferðslunevndina og Politiið, bleiv játtan givin til, at hava rutuna ferðslufría, og tað eru vit ómetaliga fegnir um, siga Guttorm Sørensen og Jonhard Larsen frá Treysti.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu sást kort, sum vísir ferðsluna í samband við hálvmarathon renningina. Tað er í tíðarskeiðnum leygardagin 4. mai kl. 13.30 til 16.30, at rutan er ferðslufrí. Neyðug skeltir verða sett upp og vaktarfólk vera eisini til staðar. Leinkja til kortið er her.
Barnarenning og motiónsrenning
Í samband við Eik hálvmarathon, so skipar Treysti eisini fyri Barnarenning og Motiónsrenning leygardagin. Øll børnini renna eitt umfar “runt Akursmørk”, sum er knappar 700 metrar. Barnarenningin er býtt í bólkarnar:
Gentur/dreingir -7 (f.2006 ella seinni)
Gentur/dreingir -10 (f.2003-2005)
Gentur/dreingir -13 (f.2000-2002)
Gentur/dreingir -17 (f.1996-1999)
Barnarenningin byrjar kl. 13.30 og møguleiki er at melda til á fif.fo til kl. 23.00 fríggjakvøldið ella í Intersport frá kl. 11.30 til kl. 13.00 leygardagin.
Motiónsrenningin, sum er 7 km, er eitt umfar av hálvmarathon rutuni, og byrjar samstundis sum hálvmarathon. Møguleiki er at melda til á fif.fo til kl. 23.00 fríggjakvøldið ella í Intersport frá kl. 11.30 til 13.30 leygardagin. Her eru bólkarnir:
Menn/kvinnur f.1968-1996,
Menn/kvinnur veteran f.1958-1967
Menn/kvinnur supervet. f.1957 ella fyrr.
Leinkja til tilmeldingina er her.








