Mikudagin 29. mars kemur forkvinnan í danska Socialdemokratínum Mette Frederiksen á vitjan í Føroyum og hon skal m.a. eisini vitja í Klaksvík
Mikudagin 29. mars kemur forkvinnan í danska Socialdemokratínum Mette Frederiksen á vitjan í Føroyum og hon skal m.a. eisini vitja í Klaksvík
Í samband við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum í vikuni, kemur forkvinnan hjá donsku Socialdemokratunum, Mette Frederiksen, á sína fyrstu Føroyavitjan.
Á Føroyavitjanini fer hon at kunna seg eitt sindur um føroysk viðurskifti, har hon m.a. fer at vitja Sev, iNova, Kósina, Hidden Fjord og Miðnámsskúlan á Kambsdali.




