Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Michael Jackson – mytur og veruleikin

John William Joensen

Søgurnar um skuldartyngda pop-kongin fingu í vikuni eitt skot fyri bógvin tí sambært advokatunum sum umsita deyðsbúgvið hevur tað eitt virði uppá 500 mill. dollara

Advokatar sum umsita deyðsbúgvið eftir Michael Jackson siga at teir hava fingið endurgoldið 5,5 milliónir dollara í kontantum frá einum fyrrverandi fíggjarráðgeva hjá Jackson og at deyðsbúgvið er solvent og hevur eitt virði sum í løtuni liggur um 500 milliónir dollarar.

CNN skrivar frá Los Angeles California:
– Vit vantað at verða lidnir við ein hóp av sáttmálum sum fara at geva deyðsbúðnum tíggjutals milliónir dollarar og eingin ivi er um at búgvið eftir Michael Jackson er solvent og hevur eitt dagsvirði sum er áleið 500 milliónir dollara. 

Áðrenn testamenti sum sangarin skrivaði í 2002 er endaliga staðfest, er tað ein dómari sum hevur eftirlit við búðnum og í vikuni søktu advokatar vegna Jackson familjuna dómaran um at fáa eitt mánarligt gjald til mámmu sangaran og børn hansara. 

– Dómarin sum umsitur búgvið er sannførdur um at pengastreymurin frá ymiskum inntøkum hjá Michael Jackson sála, er meira enn nokk at dekka gjaldið sum familjan hevur biði um, skrivar Cnn.com 

Advokatarnir sum umsita búgvið eftir Jackson søgdu í rættinum at teir høvdu áhaldandi arbeitt við at verja inntøkurnar hjá búðnum og harafturat vóru fleiri nýggir sáttmálar í vantu og niðurstøðan var at søgurnar um at Jackson var fallit vóru eisini ein myta.