Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Michael Olsen, eigari av samtakinum á Fornagørðum: Vit royna alla tíðina at betra okkara tænastuveitingar

John William Joensen

Í meiri enn 13 ár hevur Michael Olsen rikið matstovuvirksemið sítt á Fornagørðum, sum í dag umfatar breiðasta útboð av matvørum í Klaksvík.

Byrjað varð við Grillini á Fornagørðum fyrst í nýtiárunum, og hevur grillin verið opin líka síðani. Útboðið av vørum hevur alla tíðina verðið økt, og i dag kann ein siga, at Grillin hevur breiðasta vøruúrvæl av sínum slag í Klaksvíkini. Umframt allan vanligan grillmat, hevur Grillin síðani 1999 veitt eitt breitt úrvæl av pizza rættum, ið kunnu fáast alla ta tíð, grillin hevur opið.

Byrjaði við
kinesiskum mati
Seinnið varð virksemið útbygt til eisini at umfata matstovuna Shanghai, ið seinni skiftið navn til Fortuna. Upprunaligi tankin við matstovuni var at hon skuldi bjóða kinesiskar rættir burturav, men hetta varð seinni broytt til at matstovan eisini fór at bjóða allar vanligar rættir. Vetrarhálvuna er matstovan bert opin eftir bílegging, ímeðan summarmánaðarnir er opið við a´la carte hvørt vikuskiftið. Hugnaliga matstovan er vælútbygd og vælhóskilig til veitslur av ymiskum slagi. Klaver og Kareoke útgerð er í húsinum, ið tey vitjandi kunnu gera nýtslu av eftir nærri avtalu.

Døgurðar út
av húsinum
Úr tí vælútbygda køkinum á matstovuni letur fyritøkan eisini heitar rættir út úr húsinum hvønn dag. Hetta verður skipað yvir diskin á Grillini, har maturin kann heintast. Um talan er um fleiri døgurðar til sama stað, ber eisini til at gera avtalu um at fáa teir koyrdar á staðið. Um fólk fyriskipar einhvørja veitslu heima, tað kann vera ein føðingardagur, eitt brúðleyp, ein konfirmatión ella líknandi, so ber til at bíleggja mat úr køkinum á Fortunu til sera kappingarførar prísir.

Dansitiltøk
Í mai mánaða í 2001 fekk fyritøkan dansi- og skeinkiloyvi, tá dansistaðið Barok lat upp. Í Barok verður dansur fyriskipaður hvørt vikuskifti, einamest fyri ungfólk. Fleiri serlig tiltøk hava verið fyriskipaði í Barok. T.d. var Valentin-kvøld í seinastu viku, og hetta vikuskiftið verður leitað aftur í 90´ini, tá Martin Kjærbo fer at finna fram øll tey góðu og kendu løgini, ið vóru at hoyra upp ígjøgnum nýtiárini.
Leygardagin 1.mars verður føstulávintstiltak í Barok og Fortuna. Talan verður um eina pakkaloysn, ið inniheldur eina trý-rættaða matarskrá á Fortuna, við tilhoyrandi atgongumerki til grýludansin. Sí annars lýsing aðrastaðnis í blaðnum. Kostnaðurin fyri samalaða tiltakið er kr. 210,00.
Føstulávintsdansurin verður eisini nakað serligur. Tey, ið bert ætla sæt til dansin, og sum eru grýluklødd, fáa atgongumerki til hálvan prís. Harumframt verður vinningur latin til "vakrastu", ella  "ljótastu", grýluna. DJ hetta kvøldið verður Peter Chodziuk.

Ov lítið at fara til
"Tað verður oftani sagt, at í Klaksvíkini er ov lítið at fara til, um ein skal út at hugna sær, og kann tað vera nakað um tað", sigur Michael Olsen við Norðlýsið, "men vit hava so roynt at gjørt okkara besta fyri at fylla teir karmar, ið vit hava at virka undir, og stórt meiri enn tað, kunnu vit ikki gera. Og so er bara at vóna, at fólk ger nýtslu av teimum útboðum, ið vit hava", sigur Michael Olsen at enda við Norðlýsið.