Tað er meira enn ein triðingur av føroyafólki. Talið ljóðar stórt, sera stórt. Sum nú er, hevur Microsoft 127.000 arbeiðsfólk á lønarlistanum.
Tað er meira enn ein triðingur av føroyafólki. Talið ljóðar stórt, sera stórt. Sum nú er, hevur Microsoft 127.000 arbeiðsfólk á lønarlistanum.
Amerikanska IT-stórveldið hevur í hyggju at koyra 18.000 arbeiðsfólk til hús. Talan er um arbeiðarar kring allan heimin. Í prosentum er hetta 14% av løntakarunum hjá Microsoft.
Í 2009 gjørdi Microsoft tá størstu broyting og koyrdi 5800 fólk. So hetta er talan um størstu uppsagnir í søgu felagsins.
Orsøkin til hesa sera umfatandi broyting er tann, at samstarvið er vorðið so gott síðani Microsoft yvirtók ein annan risa fyrr í ár, nevniliga Nokia.
Microsoft væntar at risafetið og skeringin av arbeiðsfólkunum verður nádd í endanum av hesum árinum, ella tá ið 2015 er hálvrunnið.
Hetta skrivar blaðið, Information.




