Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðalpríslækking og fleiri ferðafólk – 2013 gjørdist enn eitt ár við framgongd hjá Smyril Line

Smyril Line

Árið 2013 gjørdist enn eitt ár við framgongd fyri Smyril Line, samstundis sum felagið hevur konsoliderað rakstur og fíggjarstøðuna annars.

Árið 2013 gjørdist enn eitt ár við framgongdfyri Smyril Line, samstundis sum felagið hevur konsoliderað rakstur ogfíggjarstøðuna annars.

Úrslitiðfyri 2013 vísti eitt yvirskot á 32,2 mió. kr. Tað eru umleið 20 mió. kr. betrienn í 2012. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið.

Høvuðsorsøkintil betraða úrslitið er støðugur vøkstur í sølu felagsins og framhaldandieffektivisering av rakstrinum, ein gongd sum veruliga tók dik á seg í 2011, ogsum hevur hildið fram líka síðan.

Vit kunnu staðfesta eina framgongd íferðafólkasøluni á umleið 3%, og við einari miðalpríslækking á 9%, hava vitsamlað sæð økt ferðafólkatalið við Norrønu við 13%.

Økta talið av ferðandi viðførdi hægri søluumborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað við umleið 3%,soleiðis at samlaða umborðsølan er hækkað við 16%. 

Fleiri ferðandi kann viðføra lækkandi tænastuumborð á Norrønu. Tí ger Smyril Line javnan kundanøgdsemiskanningar umborð áNorrønu. Hesar vísa, at okkara kundar upplivdu eitt hægri tænastustøði í 2013,í mun til árini frammanundan. Hetta fegnast vit um, men staðfesta samstundis,at vit ikki eru komin á mál enn, og at vit enn hava avbjóðingar á hesum øki.Tessvegna fara vit framhaldandi at menna nýggj tilboð og tænastur umborð,soleiðis at okkara kundar merkja, at tænastustøði umborð á Norrønu støðugt økist.

Høgu oljuútreiðslurnar tyngja framvegisraksturin av Norrønu, men aftur í 2013 megnaðu vit eina nýtslusparing á 3% ímun til árið frammanundan, við somu sigling. 

Góðir framtíðarmøguleikar

Nevnd og leiðsla meta, at hóast felagið hevurfleiri avbjóðingar, so eru framtíðarútlitini góð. Vit fegnast um, at eftirfleiri ára ivasama tilveru, er felagið stabilt, hevur fleiri og betri nøgdarkundar, og ein fíggjarligan styrk at hyggja frameftir.

SmyrilLine hevur í dag, hin 13. mars 2014 havt sín árliga aðalfund, harársroknskapurin fyri 2013 var lagdur fram og góðkendur.

Ínevndini í Smyril Line eru: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður og nevndarlimirnireru , Linda Björk Gunnlaugsdottir, Hendrik Egholm og Arne Joensen, sum ernývaldur.