Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðbýurin í einum hurlivasa

Oliver Joensen

Summarfestivalurin fyri fullum seglum. Allar kreftir vera lagdar í, at alt skal glíða sum eftir smurdum skinnara tá tiltøkini fara av barkastokki í Klaksvík.

Vit vóru ein túr í býnum við myndatólinum fyri løtu síðani og tað er ikki hissini aktivitetur í miðbýnum í Klaksvík. Menn vóru júst í ferð við at seta ljóðtornið upp á Vágsbø. teltini eftir Biskupstøðgøtu eru klár, búffvognurin hjá Hotel Norð er komin á plássið, Silvapallurin er uppsettur og menn eru í løtuni í ferð við at seta Silvalandið upp. Pallur er uppsettur í Flagsteltinum, í morgin kemur stóri pallur til landið, jú rokan í fjørðuni. Og ikki at gloyma arbeiðið hjá býargartnaranum. Vøllurin á Vágsbø er sum eitt billardborð á at líta, so ikki kann sigast annað enn at karmarnir vera í topp.
Erik Biskopstø frá Summarfestivalinum sigur, at tað hevur gingið væl at selja atgongumerki.
Ongantíð áður hava so nógvir bátar biðið um bátapláss sum hesaferð, so hann, ið ikki enn hevur tryggja sær bátapláss á Klaksvík eigur at bera skjótt at. Tað sama er galdandi við tjaldingarplássinum, familjutjaldingarplássið er um at vera fult.
So er bert eftir at veðrið verður við okkum, men tað rokna vit sjálvandi við, vit eru føroyingar og skulu liva við veðrinum sum er her til einhvørja tíð, og tað megna vit, so har er ongin vandi.
Erik Biskopstø sigur at enda, at fyrstu útlendingarnir sum skulu spæla á Summarfestivalinum koma til landið hósdagin eitt nú Nic og Jay, ið skulu spæla hóskvøldið og Robin Gibb, ið skal upptraðka fríggjakvøldið, Robin Gibb hevur sostatt valt at koma dagin fyri hann skal í eldin á Vágsbø.