Yngsti flokkur á Løgtingi bjóðar seg enn einaferð fram at umboða vanliga føringin á fólkatingi.
Sum ríkisrættarliga støðan er í dag, er alneyðugt at rødd føringa hoyrist á fólkatingi, ikki bert tá uppskot, sum beinleiðis viðvíkja Føroyum er til viðgerðar, men eisini tá tær lógir, sum fyrr ella seinni enda á Løgtingsborði, verða evnaðar til av dønum. Bert við at verða við frá byrjan av, hava vit møguleika at ávirka hesar lógir og seta føroysk fingramerki á tær.
Tí fer eitt umboð, valt fyri Miðflokkin, at hava sítt dagliga sæti á fólkatingi og fer tí ikki at pendla millum londini, alt eftir hvørji mál eru fyri.
Miðflokkurin gevur harumframt vanliga føroyinginum, sum ynskir einar Føroyar grundfestar á kristnu virðini, eitt einastandandi høvi at senda dønum eitt umboð, sum á lóggevandi tingi teirra kann bera fram ein ørðvísi boðskap. Ein boðskap um týdningin av at grunda sín politikk og sítt samfelag, sína nútíð og sína framtíð, á virðir, sum ikki kunnu svíkja.
Havnin h. 01.novembur 2007
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana
floksformaður
Valevni Miðfloksins til fólkatingsvalið 2007:
Arni Abrahamsen, 05.03.77, konsulentur, 666 Undir Gøtueiði
Karsten Hansen, 18.08.44, løgtingsmaður, Víkavegur 32, 700 Klaksvík
Egin Henriksen, 21.11.52, EDV programmør, Børkugøta 35, 100 Havnin
Frank Jacobsen, f. 21.03.67, lesandi, Áargeil 13 A, 100 Havnin
Mia av Kák Joensen, 04.02.57, lesandi, 380 Sørvágur
Bill Justinussen, f. 27.08.63, løgtingsmaður, 625 Glyvrar
Jaspur Langaard, 01.04.70, deildarleiðari, Gaddavegur 2, 655 Nes
Charlotta á Váli Olsen, 01.06.54, pædagogur, í Svanga 1, 100 Havnin
Hjørdis Háberg Petersen, 21.08.66, 410 Kollafjørður
Jenis av Rana, 07.01.53, løgtingsmaður, Sóljugøta 10, 100 Havnin




