Formennirnir eru ymiskir á málið um sjónvarpssendingina hjá Miðflokkinum, men halda tó at tey kláraðu seg væl – og so hevur Øssur mist tenninar.
Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag
**
– Miðflokkurin kláraði seg væl á skýggjanum.
– Royndu at sýnast konsekvent – miðflokkurin hevur primer & sekkunder mál , íð skulu fylgjast.
– Sekundert er hann loysingarflokkur, alt skal avgerast í Føroyum.
– Primert skulu kristin virðini (íð einans teir umboðað) ikki verða ávirkað dønum, sambart lortaspannina Jenis gav dønum, íð komu her at mótmæla í samband við 266 B.
– Í sama andadrátti siga tey seg fara niður á fólkating at seta síni fingramerki á hvørja EINASTU donsku lóg.
– T. d. at ísáðan av lesbiskum kvinnum verður gjørd eftir teirra uppskrivt.
– Somuleiðis skulu tey føra sama "pútupolitikk" sum tjóðveldi, tá stjórn skal skipast — – selja seg til hægstbjóðandi.
– Sum sagt fríð í skinni, á skýggjanum . "Men ofta býr fals undir fríðum skinni"
Absalon í Buð gevur Miðflokkinum tvær stjørnur
John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
***!
– Eg haldi at Miðflokkurin skal hava rós fyri framløguna í sjónvarpinum.
– Kvinnuliga umboðið er tað besta higartil – men Jenis er eisini listin lærdur.
– Hinvegin – so fái eg altíð eina kenslu av at sita á møti – tá Miðflokkurin er á pallinum og onkursvegnað passar tað illa saman.
– "Hjarta hins vísa leitar til høgru", sigur prædikarin – men ilt er at siga hvønn veg Miðflokkurin ætlar sær.
– Tey skulu niður á Fólkating at blanda seg upp í øll mál – og harvið eisini innanhýsis donsk mál – nakað sum Jenis annars fýsti eftir – tá danir vóru her uppi og blandaðu seg uppí viðgerðina av 266b
– Boðskapurin er tó greiður nokk – so eg má viðganga at tey kláraðu seg betur enn miðal.
John William Joensen gevur tríggjar og eina hálva stjørnu av fimm møguligum
***!
Signhild Joensen, forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag
****
– Eg haldi at Miðflokkurin hevði ein greiðan boðskap – tann greiðasta higartil.
– Tað gekk fínt í fyrru hálvu av sendingini líka til Jenis ikki dugdi at greiða frá hvat ein vanligur Føroyingur er.
– Hinvegin so eri eg sjálvandi ikki samd í boðskapinum hjá Miðflokkinum.
– Eisini haldi eg tað verða synd at seta fólk, sum ikki eru vand til at verða í andkletti – í sjónvarpsstovuna. Tey vera simpult-hen etin livandi av Øssur Wintereig
Signhild Joensen, forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag gevur Miflokkinum fýra av fimm stjørnum.
Jógvan Ravnsfjall, næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag
****
– Eg má bara staðfesta at Øssur hevur mist tenninar.
– Sendingin var júst tann øvugta av tí hjá Javnaðarflokkinum. Tá var Øssur væl fyri og spurgdi røttu spurningarnar, men í gjárkvøldið visti hann ikki hvat hann skuldi spyrja og leitaði eftir spurningum.
– Tí var tað so lætt hjá Miðflokkinum, men Jenis klossaði nakrar ferðir.
– M.a. ivaðist hann í um hann skuldi velja Fólkatingið fram um Løgtingið.
– Men hattin av – tey kláraðu seg væl og tí fáa tey fýra stjørnur – kann ikki geva meira tí Jenis traðkaði skeivt.
Jógvan Ravnsfjall, næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag gevur Miðflokkinum fýra stjørnur




