Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðflokkurin er dumpaður!

Sonja J. Jógvansdóttir, lesarabræv

Miðflokkurin hevur dumpað á øllum økjum, og tí skulu samkynd standa fyri skotum, nú valið nærkast. Tað fer óivað at eydnast Miðflokkinum at fáa miðlarúm fyri sínum miðaldarligu sjónarmiðum, men tað nyttar ikki hjá Miðflokkinum at renna undan veruleikanum, at seinastu 4 árini eru fleiri fólk í Føroyum vorðin fátækari, at heilsuverkið er í andaleypi, at barnafátækradømi gerst verri, at munurin á fólki veksur og at peningur verður stolin frá framtíðar ættarliðum.

Nú Miðflokkurin í 4 ár hevur stýrt í Føroyum við óhepnari hond, er tørvur á at flyta fokus áðrenn valið – tí teir vita innast inni, at karrráði høgrapolitikkurin, sum teir hava verið við til at framt, ikki samsvarar við tað teir siga seg umboða.

Tí vil miðflokkurin heldur hava veljaran at fyrihalda seg til borgarliga vígslu enn tær Føroyar, sum Miðflokkurin skapar.

Samkynd og fosturtøkur skulu nú á dagsskránna, so vit kunnu gloyma, at fleiri fólk eru vorðin fátækari, at vit hava eitt heilsuverk, sum ekur á knøunum, at skattalætti varð latin til tey, sum frammanundan høvdu nóg mikið, at munurin millum rík og fátøk veksur, og at Miðflokkurin hevur gingið á odda við at ræna pening frá framtíðar ættarliðum við pensjónsuppskotinum, sum Miðflokkurin var við til at atkvøða ígjøgnum.

Eisini hevur Miðflokkurin gloymt at tryggja stórum bólkum av fólki eina framtíðar pensjón – hesi eru eitt nú fólk við sjúku, arbeiðsleys, fólk ið bera breð, tey sum eru í vardum starvi o.s.fr..


Rennir undan ábyrgd

Nei, Miðflokkurin vil ikki standa til svars fyri 4 ára politiskt ódugnasemi, og hvat er tí hentari enn at skjóta eftir samkyndum og LGBT Føroyum, og fyri at seta fulla skrúðu á verður fosturtøka eisini drigin framm sum valagn.

Samkynd hava seinastu nógvu árini verið skotskivan hjá Miðflokkinum, hvørja ferð flokkurin hevur tørv á at flyta fokus frá sínum brotnu lyftum og politiska ódugnasemi.

Teir siga, at tað snýr seg um, at flokkurin stendur fyri teimum etisku virðunum, men hvar er etikkurin, tá ið vit hyggja at, hvussu tit fara við borgarum í Føroyum, sum hava brúk fyri hjálp?
Heldur enn at flyta fokus á fosturtøkur, skuldi Miðflokkurin roynt at tikið sær av teimum mongu livandi fátøku børnunum í Føroyum.

Fátøku børnini hava bíðað nóg leingi.

Hvør dagur hevur djúptøknar avleiðingar fyri eitt barn, sum livir í fátækradømi, men hetta leggur Miðflokkurin einki í, tí við politikki sínum, hevur flokkurin víst, at tað er ikki teimum hjartað slær fyri.
Miðflokkurin hevur sjálvur gingið á odda at fella uppskot, sum kundi lætt um hjá barnafamiljum, sum eru fíggjarliga sperdar.


Takið frástøðu

Vónandi fara allir andstøðuflokkar at taka frástøðu frá politikki Miðfloksins, sum bara skapar gjáir og størri neyð og vesaladóm í samfelagnum.

Etiskur er politikkurin ikki, hóast spjaldramerki floksins roynir at leggja upp til hetta.

Um Miðflokkurin fóru til val upp á tað teir hava gjørt seinastu 4 árini, høvdu teir fallið við einum braki. Miðflokkurin roynir tí at skava saman tær homofobisku atkvøðurnar sum eru, við enn eini herferð mótvegis okkum samkyndu.

Men tíðirnar eru broyttar, og tað er bara spurningur um tíð til tað eisini fer at bera til hjá okkum at giftast borgarliga, og tá hevur Miðflokkurin mist sítt einasta politiska høvuðsmál.

– Sonja J. Jógvansdóttir

Harleywoodpaint