Tað sigur Ólavur i Geil, skrivari hjá Miðflokkinum
Klokkan 10.38 í morgun fingu miðlarnir t-post frá avsendara, ið kallaði seg Miðflokkurin á Tingi við t-post adressuni midflokkur@outlook.com . Tíðindaskrivið snúði seg um at Miðflokkurin vildi kallað Tórshavn fyri Guðshavn.
Vit hava sett okkum í samband við Ólavur í Geil, sum er skrivari hjá Miðflokkinum. Hann sigur at hann kennist ikki við handan teldupostin og heldur ikki teldupost adressuna. Hatta kemur ikki frá Miðflokkinum, sigur Ólavur í Geil við Norðlýsið.


