Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðflokkurin risastóra framgongd á veljarafundi á Kambsdali

Miðflokkurin

Miðnámsskúlin á Kambsdali skipaði fyri almennum veljarafundi í Ítróttarhøllini í dag, har floksformenninir luttóku. 600 næmingar ganga á miðnámsskúlanum og afturat hesum vóru øll onnur eisini vælkomin til fundar.

Undan fundinum høvdu næmingarnir atkvøtt, og síðani var ein onnur atkvøða gjørd, eftir at flokkarnir høvdu havt høvið at svara spurningum úr salinum.

Úrslitið av báðum atkvøðugreiðslunum vísir, at Miðflokkurin hevði størstu framgongdina á Kambsdali í dag, við heili 5,2% fleiri atkvøðum. Hetta er sjálvsagt at fegnast um, og gongdin er bara positiv!

Sí yvirlitið yvir atkvøðugreiðslunar niðanfyri: