Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðflokkurin vil hava fund við samgonguna

Jóhann Lützen

Floksstjórn Miðfloksins hevur seinnapartin havt fund um íkomnu politisku støðuna.

Miðflokkurin hevur hildið orð og hevur í øllum verið loyalur móti samgonguskjalinum.    

Staðfest varð tó, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað.   

Flokkurin heitir tí á samgonguflokkarnar um at møtast til fund at umrøða, um grundarlag er fyri at halda fram við samstarvinum.

Harleywoodpaint