Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðlahúsið ger nýggjan portal

Tíðindaskriv

In.fo er navnið á nýggja tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, sum letur upp leygardagin. In.fo fer at veita føroyingum tíðindi døgnið runt hvønn dag í árinum.

In.fo er navnið á nýggja tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, sum letur upp leygardagin. In.fo fer at veita føroyingum tíðindi døgnið runt hvønn dag í árinum.

– Vit hava áður ment og røkt mest lisnu miðlar í Føroyum, og tað fara vit nú at endurtaka, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.

Sosialurin, sum er partur av virkseminum hjá Miðalhúsinum, var fyri 17 árum síðani fyrsta føroyska blaðið á internetinum, og seinastu 13 árini hevur Miðlahúsið saman við Føroya Tele ment og rikið Portal.fo, sum hevur verið mest lisna føroyska internetsíðan. Í summar seldi Føroya Tele Portal.fo til Knassar, og frá 1. august er Miðlahúsið leyst av sínum tilknýtil til Portal.fo.

– Tíðin er nú komin, at vit av álvara fara at menna og reka okkara egnu tíðindasíðu á internetinum, og tað fara vit at gera við tí styrki og nærlagni, sum vit hava røkt Portal.fo við. Miðlahúsið er í toppformi til at skriva tíðindi á netinum, og tað fer at síggjast aftur á In.fo, sigur Jonhard Hammer.

Miðlahúsið hevur umleið 30 fólk kring landið og í útlandinum, sum fara at skriva tíðindi, taka myndir, gera kykmyndir og ljóðupptøkur til In.fo. Nýggi tíðindaportalurin fer eisini at bjóða ljóðbrot úr sendingum hjá Rás2.

Miðalhúsið hevur fólk á Oyggjaleikunum, og tað fer fyrstu tíðina at síggjast aftur á In.fo.

In.fo letur upp leygardagin.