Í dag var móttøka á nýggja samskiftisdeplinum, sum Klaksvíkar Kommuna hevur sett á stovn at tæna borgarum í kommununi og kommunalu umsitingini.
Fitt av fólki vórðu møtt, tá Miðlan hjá Klaksvíkar Kommunu lat upp á fyrsta sinni ídag.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen helt stutta móttøkurøðu og leiðarin á Miðluni, Jóhann Lutzen greiddi í stuttum frá ætlanini við Miðluni.
Ætlanin er at samskifti ímillum borgarar og kommununa nú skal gerast lættari og eisini ganga skjótari. Miðlan skal kunna liva upp til tey krøv, sum fólk seta einari nútímans kommunalari fyrisiting, har ikki bara borgarin fær gagn av kunningardiskinum, men eisini kommunan sjálv við tað at arbeiðisgongdirnar gerast einfaldari. Í høvuðsætlanunum liggur, at Miðlan skal kunna taka sær av allari kundatænstu og harvið lætta um hjá kommunalu starvsfólkunum við servitan, soleiðis at tey í nógv størri mun kunna leggja orku í veruliga arbeiðssetning. Hetta kann lata seg gera, tí Miðlan skal eftir ætlan vera væl kunnað um øll viðurskifti og tí kunna virka sjálvstøðugt.
Roknað verður tí við, at Miðlan fer at kunna vera til stóra tænastu fyri allar partar.




