Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðvágur passar Klaksvíkingi væl

Jákup Ósá

Magnus Michalsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, sigur, at umstøðurnar á Fjarðastevnu høvdu ringa ávirkan á eina so óroynda manning sum umborð á Klaksvíkingi, har teir ikki eru vanir við at rógva í slíkari aldu.

Magnus Michalsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, sigur, at umstøðurnar á Fjarðastevnu høvdu ringa ávirkan á eina so óroynda manning sum umborð á Klaksvíkingi, har teir ikki eru vanir við at rógva í slíkari aldu.

Klaksvíkingur hevur vunnið 4 av 5 stevnum higartil í ár. Men seinast vann Ormurin Langi á Fjarðastevnu á Skálafjørðinum, har umstøðurnar til at rógva í ikki vóru tær bestu við nógvari aldu.

– Vit fingu ein hampiligan start og vóru frammanfyri fyrstu tøkini, men duttu so afturúr aftaná. Veðrið var ikki gott við aldum, og tær dugdu vit ikki at fanga. Næstan allir umborð hava bara róð í trý ár og vit eru ikki vanir við at rógva í slíkum líkindum. So veðrið spældi ein stóran leiklut, sigur bátsformaðurin á Klaksvíkingi.

Øðrvísi umstøður í Miðvági

Leygardagin verður róð í Miðvági á Vestanstevnu. Miðvágur er tiltikið gott róðrarpláss, har stórur brimgarður ger tað lætt at leggja bátarnar eins og tað vanliga er stilt og gott at rógva.

– Vit eru væl fyri til leygardagin. Vit koyra eftir sama konseptið, men vit hava koyrt nógv á hesa vikuna og tað hevur sæð fínt út til venjing. Vit hava gjørt framstig. Ormurin Langi hevur ment seg og er heilt vist blivin nógv betri. Men handan dagin spældi veðrið heilt vist inn. Hygg bara eftir 5-mannaførum dreingjum og 6-mannaførum kvinnum. Har vóru úrslitini heilt øðrvísi enn tey plaga at vera. Men eg haldi ikki, at tað er nakar favorittur hesa stevnuna. Tí tað verður ein spennandi róður millum serliga Klaksvíking og Ormin Langa, vænti eg. Í Miðvági verður gott at rógva. Tað verður stilt, og tá tað regnar eitt sindur hesa vikuna, so verður eitt sindur av feskvatni har, og tá verður tað tungt at rógva. Tað passar okkum væl, tí vit eru væl fyri og orka væl, sigur ein bjartskygdur Magnus Michalsen við Norðlýsið.