AB styrkir seg við verjuleikara úr HB.
Ab.fo skrivar: Gunnar Haraldsen, íð spældi við AB í 2010 og 2011, kemur nú út á Argir aftur at spæla. Hann hevur verið hinumeðna ánna seinastu 3 árini, har hann hevur verið fastur í verjuni hjá HB. Gunnar hevur verið inni í flest øllum dystinum hjá HB hesi 3 árini, so hettar borgar fyri góðsku. Gunnar hevur skriva undir ein 1 ára sáttmála við FC Argir.
Tað eru longu skrivaðir sáttmálar við verjuleikararnar Róa Danielsen, Dimitrije Jankovic og Jónas Stenberg. Eftir hesum at døma sær tað út til at leikarar eru settir til aftastu plássini. Fleiri álopskendir leikarar eru eisini komnir til felagið, so spennandi verður at síggja hvør skal stýra liðnum á miðjuni.




