Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mika í kapping við Zarepta.

Dávur Winther

Abbasonurin fór so fittur á legu á Zarepta síðsta sunnudag saman við 180 øðrum ungdómum – tó við einari treyt, at hann slapp at lurta eftir Mika í kvøld!

Abbasonurin fór so fittur á legu á Zarepta síðsta sunnudag saman við 180 øðrum ungdómum – tó við einari treyt, at hann slapp at lurta eftir Mika í kvøld!

orð & myndir: Dávur Winther

Eg fór so eitt sindur fáligur eftir honum í dag og vildi ikki siga beinleiðis hvør grundin var til, at hann skuldi heim júst í kvøld, heldur enn í morgin, tá ið legan annars endar.

Tá ið eini leiðarin heldur fyri við meg, tað verður spennandi at hoyra Mika; datt tað burtur úr mær, at júst hann var orsøkin til at eg var komin vertur.

Tú ert ikki tann einasti, sum er her eftir børnum, ið hava sett somu treyt, at sleppa at hoyra Mika! – á tí eina holdinum við 15 ungdómum, skulu heili 8 til Klaksvíkar at lurta eftir Mika, greiddi hann frá við einum smíli. Tí var tað á hesum holdinum tann størra helvtin, ið hevði pakkað taskuna av somu grund.

So Zarepta, har tað var sera gott at vera, má sigast at hava fingið rættiliga kapping frá Mika.