HB hevur nú fingið fýra nýggjar leikarar.
Ein av kappingarneytunum hjá KÍ spílar seg út til hetta kappingarárið.
Frammanundan vóru Mathias P. Nielsen, Mads Borchers og Viljormur Davidsen komnir til og í dag boðaði HB frá, at Mikkel Dahl er aftur í felagnum, har hann skeyt nógv mál í 2020 og 2021. Mikkel Dahl eigur metið fyri flest mál eitt kappingarár í landskappingini við 27 í 2021.


