Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal á Bergi, formaður í Pensionistafelagnum HUGNA: Fólkaflokkurin og Fólkapensjón

(Norðlýsið – Tíðindi)

Um Miðflokkurin fær meiriluta fyri at hækka fólkapensjónina, so verða tað teir, sum koma at fáa atkvøðurnar frá pensionistunum til komandi løgtingsval.

Nú Miðflokkurin í fjølmiðlunum boðar frá, at teir hava ítøkiligar ætlanir um at seta framm uppskot í løgtinginum um at hækka fólkapensjónina til umleið 10.000,- um mánaðin fyri einstaklingar, kann eg ikki lata vera við at skrúva tíðina aftur til vikurnar undan seinasta løgtingsvali, tá ið bæði Fólkaflokkurin við formanni floksins Anfinni Kallsberg og Javnaðarflokkurin við formanni floksins Jóannes Eidesgaard trúttaðu niður í veljararnar kring landið bæði bløðum, útvarpi og sjónvarpi, at nú skuldu teir arbeiða fyri og syrgja fyri, at fólkapensjónin bleiv hækkað til kr. 10.000,-

Men hvat er hent á hesum øki nú valskeiðið fer at vera hálvrunnið??? Og hvussu skulu pensionistarnir í Føroyum rokna við og trúgva uppá tað, sum háttvirdi løgmaður okkara og formaðurin í fíggjarnevnd løgtingsins fyri tveimum árum síðani billaðu fólki inn og góðu lyfti um???

Kann Miðflokkurin nú fáa meiriluta fyri og fáa gjøgnumført frálíka uppskot tykkara, so eri eg sannførdur um, at tað verða tit, sum koma at fáa atkvøðurnar frá pensionistunum til komandi løgtingsval.

Klaksvík, Ólavsøkuaftan 2006-07-28