Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal heldur fram í KÍ

Jákup Ósá

Sáttmálin millum KÍ og høvuðsvenjaran Mikkjal K. Thomassen er longdur.

Sáttmálin millum KÍ og høvuðsvenjaran Mikkjal K. Thomassen er longdur soleiðis, at Mikkjal verður venjari hjá KÍ tey komandi tvey kappingarárini.

Tað er næstan eitt ár síðani, at KÍ og Mikkjal K. Thomassen gjørdu ein sáttmála, ið var galdandi fyri kappingarárið 2015. Og hóast úrslitini hjá KÍ hava verið eitt sindur óstøðug hetta fyrsta árið, so er lítil ivi um, at liðið hevur verið í menning og serliga fleiri av lokalu ungu leikarunum hava gjørt risa framstig hetta kappingarárið. Hóast KÍ hevur havt óstøðug úrslit, so hevur liðið ”einans” tapt tveir av seinastu 13 dystunum, sum talar fyri einum brúkiligum støði, tí tað er bara B36, ið hevur tapt færri dystir hesa tíðina.

KÍ leiðslan duldi heldur ikki fyri, tá sáttmálin var undirskrivaður í dag, at hon var væl nøgd við arbeiðið, sum Mikkjal hevði gjørt hetta fyrsta árið. Bæði á vøllinum, uttanfyri vøllin og kring felagið. Í KÍ verður dentur lagdur á, at brúk er fyri stabiliteti, og og tann stabilitetin er ein slíkur 2-ára sáttmáli við til at tryggja.

Nýggi sáttmálin við Mikkjal er galdandi fyri 2016 og 2017.