Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal: Kann blíva ein spennandi dystur

Jákup Ósá

Dysturin sunnudagin hjá KÍ er ímóti liðnum, sum KÍ venjarin undan kappingarárinum peikaði sum FM vinnara í tættari kapping við B36 og Víking.

Dysturin sunnudagin hjá KÍ er ímóti liðnum, sum KÍ venjarin undan kappingarárinum peikaði sum FM vinnara í tættari kapping við B36 og Víking.

Eftir dystin í Klaksvík seinasta vikuskiftið bleiv KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen í 3-2 sendingini hjá KVF spurdur um HB dystin.

– Eg síggi fram til HB dystin. Tað er øgiliga spennandi. Tí HB er eitt øgiliga gott lið. Kanska tað besta sum vit hava í landinum saman við Víkingi og B36. Tað verður ein øgiliga stór avbjóðing, men eg eri øgiliga spentur til tað og trúgvi, at tað kann blíva ein spennandi dystur, segði Mikkjal við 3-2 sendingina tá.

Mikkjal væntaði FM til HB

Undan kappingini spurdu vit Mikkjal í fótbóltsblaðnum hjá Norðlýsinum, hvat lið hann sá sum favoritt til FM. Og har peikaði hann á HB.

– Tað eru HB, B36 og Víkingur, sum koma at stríðast um FM. Hasi eru sera sterk lið. Skal eg til at meta um tey trý, so vænti eg at Víkingur aftur í ár fær tað trupult at halda støðið hjá HB og B36 yvir 27 umfør. Men í innanhýsis toppdystum standa teir seg. So eg vænti, at Víkingur ikki kemur eins langt sum hini bæði, men tað er við fyrivarni, tí Víkingur hevur eitt sera gott lið. Skal eg meta um HB og B36, so verður tað í besta føri bara eitt git um, hvør dregur longra stráið. Tað kann væl vera, at vit fáa eina finalu millum tey bæði einaferð seint í kappingini. Men kanska helli eg eitt lítið sindur meir til HB. Tað eru ymiskar orsøkir til tað, men teir virka øgiliga sterkir í ár og hava kanska eitt sindur meira breidd enn B36, segði Mikkjal áðrenn kappingina í ár.