Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikkjal: KÍ fær fleiri leikarar afturat

Jákup Ósá

KÍ høvuðsvenjarin greiðir frá, hvørjar ætlanir eru við KÍ hópinum, sum í løtuni kanska sær heldur tunnur út.

KÍ høvuðsvenjarin sigur, at KÍliðið fær styrk av fleiri leikarum áðrenn komandi kappingarár.

KÍ hevur mist Heðin á Lakjuni,Ndende A. Guéye, Henry Heinesen og Kenan Hajdarevic í mun tilhópin, sum spældi í ár. Til hópin eru komnir Kristian Joensen ogNiels Pauli Danielsen.

Styrkur ávegis

Mikkjal K. Thomassen, sum erhøvuðsvenjari hjá KÍ, sigur, at felagið fær styrk av fleirileikarum áðrenn kappingarbyrjan komandi ár.

– Vit arbeiða við hópinum tilkomandi kappingarár, og tað vera fleiri nýggir leikarar í hópinumí mun til tann, sum vit hava í løtuni. Og tá tosa vit um bæðiføroyingar og útlendingar, sum vit hyggja uppá, sigur Mikkjal K.Thomassen við Norðlýsið.