Norðlýsið hevur fleiri áhugaverdar gestir í sendingini á R7 í dag.
Norðlýsið hevur fleiri áhugaverdar gestir í sendingini á R7 í dag.
Ein av gestunum í dag er høvuðsvenjarin hjá KÍ Mikkjal K. Thomassen. Hann verður spurdur um áhugaverd viðurskiftir í sínum lívi bæði frá gamlari tíð og eisini hvussu hetta seinasta árið í Klaksvík hevur verið umframt, at hann sjálvandi eisini verður spurdur um framtíðina í KÍ, sum í longri tíð hevur fyrireikað seg til komandi kappingarár.
Ein annar gestur verður Irdi Jacobsen, sum er kommunustýrislimur í Hvannasunds Kommunu. Hon hevur verið frammi í sambandi við tunlarnar norður um fjall.
R7 hoyrist á FM 102 & 107 kring landið umframt á www.r7.fo. Sendingin hjá Norðlýsinum byrjar kl. 13.00 og heldur fram til kl. 15.00.




