KÍ venjarin stúrir ikki fyri, at KÍ má spæla uttan sín besta verjuleikara í toppdystinum móti HB.
KÍ verjuleikarin Deni Pavlovic, sum hevur verið sera sannførandi í KÍ miðverjuni í ár, fekk í dag sítt sjeynda gula kort í ár og hevur tí leikbann til oddabrakið móti HB. Men KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen stúrir ikki. Hann tosaði við FM 1 eftir dystin.
– Eg eri keddur vegna Deni, at hann ikki sleppur at uppliva ein dyst við slíkum kørmum. Hann er ein góður leikari, sum eg haldi nógv av. Men vit hava ein breiðan hóp og hava ongan trupulleikara við at finna avloysara fyri hann, segði KÍ venjarin við FM 1 í dag.


