KÍ venjarin heldur, at talan var um ein professionellan innsats í Sørvági. Men hann viðurkennir, at KÍ í løtuni hevur avbjóðingar við framrættaða spælinum.
KÍ venjarin heldur, at talan var umein professionellan innsats í Sørvági. Men hann viðurkennir, atKÍ í løtuni hevur avbjóðingar við framrættaða spælinum.
Eftir dystin í Sørvági hittiNorðlýsið KÍ venjaran, Mikkjal K. Thomassen, sum var fegin um atfáa trý stig í einum truplum dysti.
– Dysturin var øgiliga avbjóðandi ogspennandi taktiskt. Vit vistu, at teir fóru at royna at leggja trýstá okkum. Hetta er ein vánaligur vøllur, og so hava teir ein serasterkan álopsleikara í Ken Fagerberg. Vit skora so uppá tværstøður, sum vit frammanundan høvdu vónað at kunna útnyttað. Ífyrra málinum skora vit, tí vit eru í yvirtali á miðvøllinum.Mín niðurstøða er, at tað var øgiliga professionellur innsatsurfrá okkum. Tað var kyniskt, og tað er ringt at spæla nakran góðanfótbólt nú. Vit stríðast og hava okkara avbjóðingar ífótbóltsspælinum, og tað viðurkenna vit. Tá ræður um at havaarbeiðshandskarnar uppiá og vera væl skipaðir, segði Mikkjal viðNorðlýsið eftir dystin.
Føldist ikki sum nakað trýst
07 Vestur hevði álopsleikaran KenFagerberg við aftur í dag, og hann hevur stóran týdning fyrikonseptið hjá 07 Vestur.
– 07 Vestur kann ikki samanberast viðog uttan teir útlendsku álopsleikararnar. Søren hevur nógva ferðog Ken er ein – eisini í altjóða fótbólti – einálopsleikari, sum verjuleikarar ikki klára at hava heilt tamarhaldá. Ímóti NSÍ var hatta elementið burtur, tá teir ikki vóruvið, og tí fekk NSÍ kroyst 07 Vestur í fyrra hálvleiki, segðiKÍ venjarin.
Fyri nógv KÍ viðhaldsfólk varseinni hálvleikur helst langur at koma ígjøgnum, tí tað føldistsum at 07 Vestur hevði eitt áhaldandi trýst á KÍ málið. Mensoleiðis føldi venjarin hjá KÍ ikki, at tað var.
– Eg føldi ikki, at vit komu undireitt trýst. Eg skilji væl, at áskoðarar uppliva tað sum eitttrýst, men eg haldi als ikki, at vit eru undir nøkrum trýsti. Hareru eini tvær støður við leysum bóltum. Í undanvindi, har teirskuldu søkja eftir útjavnandi málinum, og einum truplum vølli máein vænta nakrar støður, men eg helt, at vit stóðu øgiliga vælímóti tí partinum, soleiðis at tað ikki bleiv nakað trýst.Javnvágin á liðnum var góð, og tað var eisini ein orsøkfyri, at bara ein útskifting kom, segði hann.
KÍ venjarin helt, at tað var trupultat velja nakran einstakan leikara burturúr fyri gott avrik.
-Eg haldi, at verjuleikararnir Hørður,Ahmed og Jonas gjørdu tað fyrimyndarligt. Sørmundur vinnur næstanallar sínar nærdystir og Hjalgrím spælir á nýggjum plássi(vongbakkur, blaðm.) og so skora bæði Jóannes og Páll í einumrótutum dysti, so har er nógv positivt, segði Mikkjal at enda.




