Mikkjalsmessa. Seyður, fjall, heystlomb, veðurlomb og ikki at gloyma veðrar! Sitringar fara í gjøgnum menn, og ylur kemur í, tá Mikkjalsmessa stundar til, og heystfjøllini standa fyri durum. Trongdin at veiða og drepa kemur í okkum menn viðhvørt, sjálvandi tí vit í fleiri túsund ár hava havt tað til okkara uppgávu at skaffa mat til húsið.

Andras Sólstein skrivar í Norðlýsinum
….. Eg hómaði angist í eygunum á lombunum, gimburlambið, sum um tað hugsaði. ”Mother do you think they´ll drop the bomb?” Og veðurlambið ”Mother do you think they´ll try to break my balls?” Ærin vendi og lombini við. Væl nøgdur við meg sjálvan hugsaði eg, halt kipp tað liggur væl fyri, mundi eg ikki fáa seyðagávur í vøggugávu? Hvør kleyv kom í rætt.
Á rættini stóðu vit Olli mest og hugdu og reypaðu, hjálptu bóndanum at koyra eitt sindur av seyði heim í seyðarúmið.
Bóndin fór til hús eftir íløtum, klútum og ymiskum, hann gjørdi klárt at fletta, vit skuldu bíða. “Tit nerta ongan seyð fyrr enn eg komi aftur,” segði bóndin og fór avstað. Har stóðu vit, og eg við slíðraknívi um miðjuna, og fingu einki gjørt. Vit fingu okkum eina øl og ein skarpan og stóðu og hugdu at allari rúgvuni í seyðarúminum. Nakrar øl og nakrar skarpar seinri høvdu vit gloymt lyftið um ikki at nerta nakað, vit tevjaðu blóð og vóru til reiðar at drepa og fletta.
“Skula vit ikki seta sjøtul á og drepa ein seyð, áðrenn hann kemur aftur?………
LES MERIA Í BLAÐNUM SUM KANN KEYPAST Í HANDLUNUM Í DAG