Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikladalur fingið sparkivøll: Sparkivøllurin í Mikladali tikin í nýtslu

John William Joensen

Væl av fólki savnaðust á sparkivøllinum í Mikladali, tá hesin varð tikin alment í brúk leygardagin.

KÍ-kvinnurnar, sum júst høvdu vunnið sítt áttanda FM-heitið á rað, komu norður at verða við til hátíðarhaldið.

Somuleiðis luttóku nakrir rennarar úr Treysti og aðrastaðni í hátíðarhaldinum.

Klaksvíkar Hornorkestur setti sín eyðkenda og dámliga dám á løtuna, sum eisini fevndi um røður av Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóra, Gunvá við Keldu mentanarnevndarforkvinnu, Rúna Heinesen FSF-umboð og Markus Súna í Norðnástovu, fyrrverandi borgarstjóra í Mikladals Kommunu.

Eftir hátíðarløtuna varð farið oman í avhaldshúsið til ein drekkamunn og ein góða bita.

Samanumtikið eitt væl eydnað tiltak – sí myndirnar.

Harleyfacadeacryl