Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikladalur og Trøllanes fáa eina skattahækking upp á 5,5 %

John William Joensen

Markus Súni Í Norðnastovu, bygdaráðsformaður í Mikladals Kommunu, var áhoyrari á býráðsfundinum í gjárakvøldi og hann var hóast skattahækkingina nøgdur við fíggjarætlanina.

Pr. 1. Januar 2004 verður Mikladals Kommuna samanløgd við Klaksvíkar Kommunu, og tí verður fíggjarætlanini fyri 2005 hjá Klaksvíkar Kommunu eisini galdandi fyri Mikladal og Trøllanes.
Hetta merkir samstundis at skattaprosentið í norðara partinum av Kalsoynni fer upp við heili 5,5 prosentum.
– Vit vóru greið yvir at skatturin fór at hækka, tá vit løgdu saman við Klaksvíkar Kommunu, men hóast hetta so haldið eg at vit skulu verða glað um samanleggingina.
– Ynskini hjá okkum til samanleggingina síggjast eisini aftur á fíggjarætlanini og tað eru vit sjálvandi nøgd við, men eg má viðganga at eg á býraðsfundinum byrjaði at ivast um teir nú fóru at spara á játtanini til okkum, men tað hendi ikki.
– Eg havið so ofta tosað um fordeildirnar av at verða partur av eini størri kommunu, og trúgvi eg heldur ikki at einstaki skattgjaldarin fer at merkja skattahækkingina, tí tað kommunan ikki tekur, tekur landið í staðin.