Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikudagur 15. Desembur

John William Joensen

Ráðgevari Mín: "Kasta byrði tína á HARRAN!" Sálm. 55,23


55. SÁLMUR


1 Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid.
2 Gud, lurta eftir bøn míni, fjal Teg ikki fyri hjartans bønum mínum!
3 Vend Tær til mín og svara mær! Sorgarfullu hugsanir mínar fara higar og hagar, og eg rópi
4 undan rødd fíggindans, undan hinum gudleysa, ið kúgar meg; tí teir bólta vanlukku oman yvir meg, søkja at mær í vreiði.
5 Hjartað skelvur í brósti mínum, og deyðaræðslur eru falnar á meg.
6 Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg.
7 Og eg sigi: Eg vildi, at eg hevði veingir sum dúvan – so skuldi eg flogið burtur og søkt mær bústað,
8 ja, eg skuldi flýtt langt burtur, eg skuldi funnið mær herbergi í oyðimørkini! – Sela.
9 Eg skuldi skundað mær at leitað mær skjól fyri storminum og harðveðrinum!
10 – Gloyp teimum, HARRI, blanda tungumál teirra! Tí kúgan og ófrið síggi eg í staðnum.
11 Dag og nátt ganga teir rundan um hann á múrunum; óndskapur og vanlukka ráða har inni.
12 Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara.
13 ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri;
14 nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín,
15 tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.
16 Lat deyðan ráma teir! Lat teir fara livandi niður í deyðaríkið! Tí óndskapur ræður í bústaði teirra, í hjarta teirra.
17 Men eg rópi til Gud – HARRIN skal frelsa meg!
18 Kvøld, morgun og middag skal eg rópa og suffa, og Hann skal hoyra rødd mína;
19 Hann endurloysir sál mína og gevur henni frið, so teir fáa ikki komið mær nær – tí mangir eru teir ímóti mær!
20 Gud, sum frá forðum situr í hásæti, Hann skal hoyra og svara teimum – sela – teimum, ið ikki vilja verða øðrvísi, og sum ikki óttast Gud.
21 Hann* leggur hond á vinir, brýtur sáttmála sín.
22 Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.
23 Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.
24 Og Tú, Gud, skalt stoyta teimum niður í hina djúpu grøv; blóðdálkaðir, svikafullir menn skulu ikki náa hálvan aldur! – Men eg, eg líti á Teg!