Ráðgevari Mín: " Nær er HARRIN øllum, ið á Hann Kalla." Sálm. 145,18
145. SÁLMUR
1 Lovsongur. Eftir Dávid.
Eg skal seta Teg høgt, Gud mín, kongur mín! Í allar ævir og altíð lovi eg navni Tínum.
2 Dag eftir dag lovi eg Tær; í allar ævir og altíð prísi eg navni Tínum.
3 Stórur og hálovaður er HARRIN, stórleiki Hansara er órannsakandi.
4 Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
5 Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á.
6 Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey* tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna;
7 tey minna um ríku miskunn Tína og syngja av gleði um rættvísi Tína.
8 Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn.
9 HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt.
10 Øll verk Tíni takka Tær, HARRI, og hini heiløgu Tíni lova Tær.
11 Tey bera boð um heiður ríkis Tíns og tala um veldi Títt,
12 fyri at kunngera menniskjabørnunum veldigu verk Tíni og dýrd og heiður ríkis Tíns.
13 Ríki Títt stendur í allar ævir, og harradømi Títt varir mann eftir mann.
14 HARRIN styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd.
15 Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
16 Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.
17 Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum.
18 Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum.
19 Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.
20 HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann.
21 Muður mín skal bera fram prís HARRANS, og alt hold skal lova heilaga navni Hansara í allar ævir og altíð.




