Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikukvøldið 2. mars 2005 – Jógvan Eliasen, skrivar: Úr greinasavninum: Tíðindi frá Næraberg (bræv 2)

Jógvan Eliasen

Góðu øll heima. – Nú varð eg longu aftur. Tað var stuttligt at uppliva, hvussu væl tíðindini frá mánakvøldinum á portalinum hjá Norðlýsinum vórðu móttikin.

Eg havi fingið teldupostar við góðynskjum og heilsanum í hópatali, – og tað fløvar. Tað fær meg at halda áfram. Tað er so undarligt við mær, tá eg eri staddur á sjónum, at sjálvt ein lítil teldupostur virkar sum ein jólagáva. Eg hugsi at flestu sjófólk kenna tað sama. Túsund tøkk til øll tykkara, ið geva tykkum stundir at senda mær nakrar reglur. Eg royni at bera boð og heilsanir víðari umborð.
 
Fiskiskapurin
Hóast tað bert eru tvey samdøgur síðani eg skrivaði seinast, so haldi eg at fiskiskapurin hevur áhuga. Í rundum tølum kunnu vit siga, at vit hava um 600 tons nú á miðnátt. 450 av surimi og knøpp 150 av mjøli. Tað er so løgið við svartkjaftafiskiskapi, at tað vísir seg sum um fiskurin fæst best í myrkri. Hóast góð skrift sæst á degi, so kemur ikki nærtil so nógv í posan, ið mun til á náttartíð. Gud viti, hví so er ! Mín góði vinur, og maskinmaður umborð, Óli Jall, helt fyri í morgun, at orsøkin til, at vit ikki fáa so nógv um dagin, er at finna á hægri støðum, tí fiskurin skal fáa frið til at fyrireika seg til at koma aftur í somu mongdum komandi ár – og møguliga hevur hann rætt í tí.
Annars kann eg heilsa heim og siga, at tað oftast eru teir somu persónarnir, ið hittast um sama borð í messuni, tá ið skaffað verður. Og tað eru altíð teir somu sum koma í seinastu løtu, – og tað eru maskinmennirnir. Sum kokkar mugu vit sjálvandi góðataka tað, og allir eru av fittastu monnum. Vit hava mangt gott prátið í messuni. Eg havi viðsent tykkum eina mynd av Óla Jall, Símin Paula Viðbjørg og Dan Sjóstein frá í dag. (Mynd3). Eisini er ein støk mynd av Dan, har hann er við at sovna niður á borðið eftir døgurða (Mynd4).

Royna at sláa egin met.
Sum áður sagt, so er Leon Petersen skipari hendan túrin. Eg var á brúnni í dag og tók eina mynd av honum, har hann stóð og hugdi í ekkoloddið, sum so mangan (Mynd1). Leon hevur tað við at standa á brúnni, – situr ikki so ofta í skiparastólinum – soleiðis sum eg upplivi hann. Eg meini meg at hava lisið um teir gomlu langfara trolaraskipararnar, at teir ikki eingang høvdu ein stól á brúnni, men stóðu allan túrin. Tað man hava verið strævið og ringt fyri knøð og mjaðnar.
Men tað sum eg skuldi siga frá skiparanum var tað, at vit hava sligið tvey egin met. Tað eina er, at vit í 28 dagar hava framleitt 1100 tons av surimi, og á hesum túrinum hava vit havt stórsta framleiðsludag nakrantíð. Tann eina dagin fingu vit heili 72 tons av surimi í lastina.

Ein kenningur kemur framvið.
Júst sum eg stóð og prátaði við Leon á brúnni í dag, nærri klokkan 16.14, kom ein kendur kenningur togandi framvið okkum bakborðsmegin.Eg var skjótur við myndatólinum og tók hesa myndina av Christiani í Grótinum á støðuni 53.30 Norður og 18.31 Vestur (Mynd5). Annars eru tey flestu føroysku skipini her á leiðini, umframt ein ørgrynna av fremmandum skipum. Tað er sum at síggja yvir ein stórbý at síggja øll ljósini av øllum skipunum á náttartíð.

Risastó skip.
Nøkur av skipunum, ið sigla framvið, eru risastór. Í morgun tók eg eina mynd av hesum (Mynd2), ið fór framvið vindeyganum í galluni. Hesin er ikki av teimum stórstu, – er tó nakað nógv størri enn Næraberg. Eg skal liggja framvið at fáa eina mynd av teimum allar stórsu hollendsku trolarunum, so tit kunnu síggja.

Nokk hesaferð.
Disse var ordene denne gang. Vit hava tað gott umborð – tó skal sigast, at ein feril av “forkølilsi” hevur “gingið”, so onkur hevur verið sjúkameldaður í styttri tíðarskeið

Havi tað gott øll somul – tit frætta aftur. Viðmerkingar og spurningar eru vælkomnir.

Vinarliga
Jógvan
Bridge.naraberg@jfk.fo