Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mikukvøldið, klokkan 20.00 “Seyður og seyðahald” í Løkshøll

John William Joensen

Mikukvøldið, klokkan 20.00 verður Kvøldseta, kallað “Seyður og seyðahald” í Løkshøll. Hetta er eitt tiltak í samband við mentanarvikuna í Runavík.

Mikukvøldið, klokkan 20.00 verður Kvøldseta, kallað “Seyður og seyðahald” í Løkshøll. Hetta er eitt tiltak í samband við mentanarvikuna í Runavík.

Tað verða tríggir frásøgumenn, sum greiða frá ymiskum, ið hevur við seyð og seyðahald at gera. Hesir frásøgumenn eru Mikael Johan Heinesen og fer hann at greiða frá um rakstur fyrr og nú, staðarnøvn og fylgini í haganum Mýrarnar. Rasmus Glyvradal hugleiðir um fjallrakstur á Glyvrum, í Dalhaga. Og Jákup Hansen greiðir frá um rakstur og røkt av seyði í haganum Fløturnar.

Orðstýrari verður Hans Jacob Lamhauge og í steðginum verður drýlur við viðskera, køka og kaffi/te at fáa.

Tiltakið er ókeypis.