Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Millenniumbørnini?

Ólavur Jøkladal

Millenniumbørnini er tann árgangurin av børnum, sum vórðu fødd í árinum 2000. Hesi fara eftir summarfrítíðina í 8. Flokk. Tað er nógv, sum bendir á, at tað fer at eydnast okkum at gera henda árgangin roykfrían.

Millenniumbørnini er tann árgangurin av børnum, sum vórðu fødd í árinum 2000. Hesi fara eftir summarfrítíðina í 8. Flokk. Tað er nógv, sum bendir á, at tað fer at eydnast okkum at gera henda árgangin roykfrían.

Ein kanning, sum fólkheilsuráðið gjørdi um hesa tíðina í fjør hevur víst, at tað er næstan eingin, sum roykir í hesum millennium-árganginum. Generelt kann sigast, at hugburðurin seinastu tíggju árini er rættiliga nógv broyttur við atliti at royking; tað fegnast vit yvir í Fólkaheilsuráðnum.

Tað eydnaðist okkum at taka hesa myndina – omanfyri – hin 9. mai á Tórsvølli, vit rokna við, at tá lærarar og hjálparfólk eru íroknað, eru eini 800 við á myndini. M-ið merkir millennium, sum aftur merkir túsund. Tað hevði verið uppá tal at gera tvey “M”, ið merkir 2000, men av praktiskum orsøkum, so valdu vit bert at gera tað eina. Tað er eisini í lagi, tí talan er um aldarskiftið – túsundársskiftið.

Hesir eru so hepnir, at teir – myndin omanfyri – eru føddir júst um hetta aldarmótið, júst tað árið, har politikkararnir høvdu sett sær fyri og stungið út í kortið, at hesin árgangur skuldi gerast roykfríur. Hetta er farið fram, tá næmingarnir vóru umleið 6 ára gamlir, tá arbeiðið við Visjón2015 var í hæddini.

Lærarar runt landið eru sera positivir, og tykjast vera bjartskygdir, tá um 2000 árgangin ræður. Tað hevur verið hugaligt at hoyrt frá teimum, sum arbeiða úti á skúlunum, at næstan eingin næmingur roykir longur. Í nógvum skúlaflokkum roykir eingin, og í øðrum eru kansa einir tveir næmingar av 30, sum roykja. Tá er sjálvsagt talan um flokkar í framhaldsdeildini og ikki hesi sum vit arbeiða við í løtuni.

Gjøgnum farna skúlaárið hevur Fólkaheilsuráðið verið um alt landið við átakinum, og eitt læraraumboð er fingið í hvørjum einastøkum skúla, sum er kontaktfólkið hjá ráðnum.

Í málsetninginum fyri átakið varð miðja eftir, at næmingarnir skuldu taka sakina í egnar hendur og gerast sendifólk fyri sakini. næmingarnir skuldu vera fyrimyndin hjá teimum yngru flokkunum, sum komu eftir tey samstundis sum, at næmingarnir skuldu halda tey, ið vóru eldri enn teir sjálvir, í ábyrgd fyri somu søk. Tað kundi so vera bæði lærarar, venjarar, foreldur ella øll, sum næmingarnir komu í samband við.

Tey góðu tíðindini eru, at tað als ikki er “cool” ella “skrapt” – sum varð brúkt áður – at roykja longur. Tey síggja tað sum nærmast tápuligt at byrja uppá at roykja. Gott hevði verið, um vit øll kundu hjálpt teimum áleiðis og stuðlað henda hugburð, annaðhvørt vit sjálvi roykja ella ikki.

Fer hetta at bera til? – tað verður spennandi at síggja komandi ár í marsmánaði, tá næsta ESPAD-kanning verður gjørd, sum skal vísa, hvar ið vit liggja í mun til hini evropeisku londini. Tann kanningin er fjórðahvørt ár í 35 evropeiskum londum, har vit hava møguleikan at samanbera okkum við hini.

Tá vit fyri júst einum ári síðan spurdu, hvussu ið gekst úti á skúlunum, kom hetta áhugaverda svarið:

”Her er eingin í 6. flokki, sum roykir, og tað hava tey heldur ikki hugsað sær at gera. Tey flenna at onkrum dreingjum í 7. flokki, sum eru byrjaðir at roykja. Tey halda, tað vera eitt sindur taparasligt at roykja. Men vit tosa um royking við jøvnum millumbili.”

Dagurin endaði við eini rimmar konsert við Jens Marna Hansen, sum sang á eini trailara-last, hetta tyktist dáma øllum hesum 7. floksnæmingunum ógvulia væl. Huglagið var gott, har Jens Marni eisini fekk tey at syngja við. Øll vóru vit samd um, at dagur hevði verið sera góður.

Og tá spurningurin varð settur, hvørt tiltakið var merkt av, at tað var fyri at avmarka roykingina millum ung, so var svarið bæði ja, og nei. Ikki vóru vit vís í at málið var nátt, tí hetta var ein dagur, har børn og vaksin hugnaðu sær og hugsaðu um okkurt annað, enn at fáa sær ein guv. Tó so, øll høvdu tey fingið eina t-shirt við áskriftini: Árgangur 2000 roykfríur. Eitt er heilt vist, at næmingarnir, sum tóku lut vóru ikki í iva um, hvat sakin snúði seg um.

Fer hetta høga mál, vit hava sett okkum, at halda. Ja – tað má tíðin so vísa. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.

SÍGGJ FLEIRI MYNDIR HER