Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Milliardir í stuðli til donsku fiskivinnuna

John William Joensen

Í morgun boðar danska Landbúnaðar- og fiskimálaráðið frá at avtala er gjørd við ES um 8,9 mia. í stuðli til danska landbúnaðin fram til 2020. Boðað verður samstundis frá at avtalan við ES sum kemur at geva donsku fiskivinnuni aðrar mia. í stuðli frá ES og donskum grunnum verður undirskrivað í juni mánaða. Danska fiskivinnan fekk tilsamans 1,8 mia. kr í almennum stuðli í 2013 harav 1 mia. kr. komu úr ES.

Tað er tanka vekjandi at í Føroyum er stuðul úr Danmark og stuðul til fiskivinnuna vorið eitt bann orð har flokkar hinvegin eru farnir at kappast um at at áleggja vinnuni tilfeingis gjald so politiska skipanin sjálv kann sleppa at ”bíta ella umfordeila” yvirskoti frá vinnuni har politiska skipanin heldur tað geva mestu nyttuna. Og vit vita øll at tað er serliga miðjan í landinum sum kemur at heysta ágóðan av tilfeingisgjaldinum.

Stuðulin til donsku vinnuna skal m.a. brúkast til at skapa nýggj arbeiðspláss og at marknaðarføra danskar fiskavørur – sum m.a. kappast við føroysku fiskaframleiðslu.

Les meira her

Harleyfacadeacryl