Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Milliónir til stóra nýggja føroyska granskingarætlan

Oliver Joensen

Danska stjórnin setur á komandi fíggjarlóg uml. 10 milliónir krónur av til eina nýggja føroyska klima- og havstreymagransking.

Hetta er eitt týðandi úrslit av samstarvinum hjá fólkatingsmanni Sambandsfloksins við donsku stjórnina

Upp undir bæði valini í vetur fór Sambandsflokkurin til val uppá at fremja gransking í víðari merking, og longu nú verða vallyftini framd í verki.

Hóast Sambandsflokkurin ikki kom í samgongu í Føroyum, kom undirritaði fólkatingsmaður floksins upp í donsku samgonguna hjá Anders Fogh Rasmussen. Góða samgongusamstarvið á Christiansborg ber nú í sær, at ein stór føroysk granskingarætlan gerst veruleiki.

Granska í klima og havstreymum
Tann 1. januar 2009 byrja fýra granskarar m.a. at granska, hvørja ávirkan tær nógv umrøddu alheims klimabroytingarnar hava á havstreymarnar kring Føroyar og á týðandi fiskastovnar, ið eru sjálvt grundarlagið undir tilveruni í Føroyum.

Talan er um eina umfatandi trý ára granskingarætlan, ið verður stýrd av granskarum á Fiskirannsóknarstovuni, ið eisini verður granskingarmiðdepil.

Fýra granskingarevni
Fyrireikingarnar til hesa stóru og týðandi granskingarætlan eru longu byrjaðar í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna og donsku Ráðharrastovuna fyri Vísindi, Tøkni og Menning.

Í hesum døgum fer ráðlegging fram, og longu nú er greitt, at fýra høvuðstættir skulu granskast:

1. Sambandið millum heimsfevnandi klimaið og havstreymarnar við Føroyar
2. Klimamodel-scenariir fyri Føroyar
3. Ávirkanin, ið klimabroytingar hava á havstreymar og vistskipanina í havinum og á pelagisku fiskastovnarnar á føroyskum øki
4. Ávirkanin, ið klimabroytingar hava á havstreymar og vistskipanina á Føroyaleiðini (Faroe Shelf)

Fýra granskarar skulu arbeiða við hesum evnum, og tí skulu fýra ph.d.-størv setast. Granskararnir skulu innskrivast við eitt universitet í Føroyum ella Danmark, og teir skulu brúka helvtina av granskingartíðini í Føroyum. Vegleiðing kunnu granskararnir fáa á øðrum universitetum, ið fylgja somu evnum. Møguleiki er fyri, at nýggja føroyska granskingarætlanin kann fáa samband við granskingarumhvørvið í ES-londum.

Endaliga úrslitið av granskingini skal fyriliggja í einari frágreiðing í 2012.

Umleið 10 milliónir at granska fyri
Hóast danska fíggjarlógin fyri 2008 ikki verður samtykt fyrr enn seinni í ár, er greitt, at danska stjórnin fer at seta umleið 10 milliónir krónur í føroysku granskingarætlanina.

Pengarnir fara til fyrireikingararbeiði, granskaralønir, ferðing, útgerð, kanningarvirksemi á Fiskirannsóknarstovuni o.a.

Eftir føroyskum mátistokki eru 10 milliónir krónur nógvir pengar til eina einstaka granskingarætlan. Til sammetingar fekk Fiskirannsóknarstovan í fjør tilsamans góðar 20 milliónir krónur á føroysku fíggjarlógini. Tá er raksturin av rannsóknarskipinum íroknað.

Skjótt politiskt arbeiði
Danska stjórnin hevur arbeitt sera skjótt við at fáa granskingarætlanina á føtur.

Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og undirritaði fólkatingsmaður høvdu samrøður um danska samgonguskjalið í november, og eftir hetta komu ítøkiligar orðingar um granskingina við í samgonguskjalið. Helge Sander, granskingarmálaráðharri, fór beinan vegin til verka, og longu í januar vóru embætisfólk hansara í Føroyum á fundi við Fiskirannsóknarstovuna. Nú er komið so mikið áleiðis, at Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, kann seta krónur og oyru á verkætlanina.

Verkætlanin, sum vónandi gevur okkum týðandi nýggja vitan um støðuna í havinum kring Føroyar, nú klimabroytingarnar gera um seg, er eitt sera gott dømi um, hvussu væl tað ber til at samstarva innan Ríkisfelagsskapin, um rætt verður atborðið.

Stórur munur er á at standa í túninum uttan fyri Christiansborg og rópa, og so at samstarva konstruktivt innan fyri dyrnar, har ávirkan fæst. Tað var júst samstarvið innanfyri, ið Sambandsflokkurin fór til val uppá við fólkatingsvalið tann 19. november í fjør.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður