Gólvini á øllum virkjunum hjá Bakkafrosti liggja turr í dag, tí samtakið hevur virkisdag í Runavík fyri øllum starvsfólkunum.
Alt var væl lagt til rættis, tá millum 600 og 700 starvsfólk hjá Bakkafrosti, klokkan 8:30 í morgun, møttu í Bylgjuni (ítróttarhøllini) í Runavík, har Regin Jacobsen, stjóri bjóðaði vælkomin. Morgunmatur var at fáa meðan Kristina Bærentsen og Finnur Hansen sungu og spældu.
Uttanfyri syrgdu parkeringsvørðar fyri, at fólk sluppu av við bilarnar og inn skipaði Hotel Føroyar fyri matinum.
Í einum parti av ítróttarhøllini vóru borð dekkað og fólk høvdu eisini møguleika at eta morgunmatin í fimleikahøllini og upp á loftinum.
Klokkan 9 savnaðust øll í tí partinum av ítróttarhøllini, ið var skipaður til framløgur. Uni Arge var frásøgumaður, og hesin parturin byrjaði við morgunsanginum “Nú vakni øll úr svøvni glað”, sum Kristina Bærentsen sang fyri.
Fýra framløgur vóru á skránni fyrrapartin, umframt eitt stutt skeið um fyrstuhjálp, og seinnaparturin verður brúktur til verkstovur. Í tí sambandinum verða bæði Skótahúsið og Løkshøll tikin í brúk umframt Bylgjuna.
Á middegi fingu luttakararnir ein bita, og í kvøld kl. 17:30 verður døgurði.
“Grundleggjandi endamálið við Virkisdegnum er at savna øll starvsfólk í felagnum til eitt felags yvirskipað tiltak við denti á fakliga menning samstundis sum tiltakið styrkir samstarvið tvørtur um deildarmørk og trivnaðin millum starvsfólk bæði lokalt og yvirskipað,” sigur Regin Jacobsen, stjóri.




