Bæði EB/Streymur og 07 Vestur liggja væl fyri í søguligum samanhangi, hvat uppflytarum viðvíkur í stigum.
Síðani vit í 2005 byrjaðu at spæla 27 umfør, so er B68 2008 tann uppflytarin, sum hevur fingið flest stig. 36 stig fekk B68 í 2008. Í ár fekk EB/Streymur 32 stig, og tað eru bara tríggir uppflytarar, sum hava fingið fleiri stig. Samanlagt fyri báðar uppflytararnar, so er tað bara í 2008, at uppflytararnir hava fingið fleiri stig. Tá fingu teir 67 stig. Í ár fingu EB/Streymur og 07 Vestur 60 stig samanlagt, so bæði liðini hava verið eitt frískt íkast til deildina.
Flest stig uppflytarar síðani 2005:
36 stig: B68 2008
34 stig: KÍ 2011 og AB 2009
32 stig: EB/Streymur 2017 og B71 2007
31 stig: AB 2013 og ÍF 2008
28 stig: 07 Vestur 2017
26 stig: Skála 2016 og TB 2015
24 stig: TB 2012 og 07 Vestur 2009
23 stig: B71 2010
22 stig: FC Suðuroy 2015, FC Suðuroy 2010 og TB 2005
19 stig: 07 Vestur 2009
18 stig: B68 2006
17 stig: Skála 2014, B68 2014 og AB 2007
14 stig: 07 Vestur 2013
9 stig: FC Suðuroy 2012
7 stig: B68 2016




