Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Millum Klossmajorar og Brandmajorar

John William Joensen

Bergur Jacobsen prestur skrivaði eina grein, har hann viðgjørdi umsóknina hjá Klaksvíkar Kommunu eftir Sløkkiliðsleiðara. Har vísti hann á, at neyðugt var at søkja eftir fólkið við sløkkiliðsroyndum v.m., skrivar Abraham Mikladal

Maskinmeistara ella sløkkiliðsleiðara
Tað ljóðar í býnum at Kommunan hevur ynski at seta fólk við handverkara útbúgving ella hægri tekniskari útbúgving, so sum verkfrøðing ella líknandi, sum nýggjan sløkkiliðsleiðara. Spurningur er so, er hetta vanlig krøv, ið verða sett uttanlands til sløkkiliðsleiðara? Hvat eru krøvini til dømis á einari danskari sløkkiliðsstøð? Er ikki týdningarmesta kravið, útbúgving og royndir sum sløkkiliðsmaður.
 
Løgrelumaður noyðist ikki at verða elektrikari
Um ein skal søkja starv innan løgregluna, so er ikki neyðugt, at hava eina útbúgving sum eitt nú elektrikari. Skal tú verða portørur og koyra ambulansu, so skal tú hava útbúgving sum t.d. Falck bjargari. Skal tú arbeiða í svimjihøll sum lívbjargari, so skal tú ikki vera bakari men útbúgvin lívbjargari. Hetta er heilt einfalt og logist.
Sjálvsagt skaðar tað ikki, at hava eina yrkisútbúgving innan annað økið enn bjarging, men tá man tosar um politi, ambulansu, eldsløkkjan v.m. so er talan um eina útbúgving í sær sjálvum. Eingin spyr ein, ið lesur til lækna um hann er slaktari áðrenn hann skal arbeiða sum skurðlækni.
 
Herverkspakkin
Málið um sløkkiliðsbilarnar, ið ikki startaðu, kendu fólk í Klaksvík, óiva til, men søgan gerst almenn tá sløkkiliðsleiðarin fer í fjølmiðlarnar og sigur, at bert ein bilur ikki startaði.
Fólk innan sløkkiliðið talaðu at og vístu á, at talan var um tveir bilar, ið ikki startaðu. Hetta hava eisini sløkkiliðsmenn vátta fyri fjølmiðlunum.
Eftir hetta hendir tað løgna, at málið fær eina heilt nýggja vend, nú skulu bilarnir hava verið fyri herverki (saboteraðir). So nú hevur kommunan (Brunanevndin) ikki bert ein trupulleika men fleiri.
Um so er at Brunanevndin er gjørd kunnug við skuldsetingina / illgrunan um herverk, so er tað eitt mál fyri løgregluna at kanna. Um meiningin við hesum skuldsetingum / illgruna hinvegin er, at leggja roykslør og flyta fokus frá veruliga málinum, so er hetta eisini sera álvarsamt. Áhugavert er at kanna, hvør er upphav til hesa álvarsligu skuldseting.
 
Millum kommunusvans og sløkkiliðsviðtøkur
Í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið stendur, at sløkkiliðsfólk skulu vera millum 20 og 35 ár við starvssetan. Sløkkiliðsleiðarin í bleiv settur fyri stuttum, men segði starvi frá sær aftur, var um tey 50 árini.
Í viðtøkunum hjá sløkkiliðinum stendur eisini, at leiðslan av eldsløkkingini í kommununi er í hondunum á Brunanevndini, hvørs limir eru:
 
·         borgarstjórin, sum er formaður í nevndini
·         sýslumaðurin,
·         sløkkiliðsleiðarin
·         2 limir, sum verða valdir av býráðnum áftaná hvørt býráðsval,
 
Limirnir eru:
Steinbjørn O. Jacobsen formaður
Hans L. Djurhuus løgreglustøðleiðari/sýslumaður
Kári Kjelnæs sløkkiliðsleiðari
Hans J. á Kósini
Ólavur Ólason Poulsen
 
Hvør er hesin annar býráðslimurin?
 
Innsatsleiðari
Sum Bergur prestur vísti á, so er tað eitt týdningarmikið starv at røkja sløkkiliðsuppgávu og aðrar uppgávur innan eldsløkking, hjálp og bjarging. Tí er neyðugt at fólk, ið verða sett í starv hjá sløkkiliðnum, hava neyðuga førleikan. Tað vil siga, at um Klaksvíkar Sløkkilið ikki hevur fólk ella umsøkjara við neyðugum royndum og útbúgvingum inna sløkkiliðsarbeiði, má søkjast aðrastaðni eftir fólkið.
Her er talan um eitt handverk, ið er so týdningarmikið, at man ikki kann seta tilvildarligar hondverkarar við lítlum og ongum royndum og útbúgving innan arbeiði sum innsatsleiðari hjá sløkkiliðunum í Klaksvík. Samfelagið og borgarin hava krav um professionella viðgerð viðvíkjandi starvssetanum.
 
Vegleiðing og ráðgeving
Tíðin er til vælfyriskipaðar mannagongdir og starvsetanir. Kann fyrisitingin ikki seta tey røttu krøvini til eina starvssetan, so er neyðugt at finna sær serkøna hjálp. Vit kunnu ikki lata tilvildina ráða. Vónandi vil fyrisitingin (Brunanevndin) seta skikka fólk í starvið, ið hevur vitan og kunnleika innan sløkkiliðsarbeiði og har ongar aðrar grundgevingar liggja aftanfyri starvssetanina enn førleiki innan leiðslu og bjarging.
Minstakravið til sløkkiliðsleiðaran í Klaksvík er, at hesin til dømis er skikkaður til at verða leiðari á t.d. søkkiliðstøðini í Havn. Ella at viðkomandi hevði kunna fingið starv, sum leiðari á einari sløkkiliðsstøði í provinsuni í Danmark, um hesin hevði søkt har.
 
Abraham Mikladal
 

Harleyfacadeacryl